Jacob fegnast um Beinir sum formann

bannari
Jacob fegnast um Beinir sum formann
- Eg eri fegin um, at Beinir Johannesen er blivin formaður, sigur Jacob Vestergaard. Eftir fundin í kvøld er eisini greitt, at pláss er fyri Anniku Olsen í Fólkaflokkinum
Ein av tungvektarunum í Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, fegnast um, at blaðungi Beinir Johannesen er valdur formaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 22:18

Beinir Johannesen skal fáa Fólkaflokkin á føtur aftur, nú bæði formaðurin Christian Andreasen, løgtingsmaðurin Heðin Zachariasen og landsstýrismaðurin Sólvit Nolsø allir hava boðað frá, at teir stilla ikki uppaftur til løgtingsvalið.


Heðin Zachariasen stillar ikki uppaftur fyri Fólkaflokkin / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Ein av profilunum í Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, fegnast um valið av nýggjum formanni.

- Eg eri fegin um, at Beinir Johannesen er blivin formaður í Fólkaflokkinum, sigur Jacob Vestergaard.

 

Pláss er fyri Annika Olsen 

Annika Olsen hevur av mongum verið sædd sum ímyndin av tí stríði, sum hevur herjað innanhýsis í Fólkaflokkinum í eftirhondini rúma tíð.

Hon hevur umboðað eina kós, sum summi hava mett verið ta røttu fyri Fólkaflokkinum. Men aðrir lyklapersónar í flokkinum hava ynskt hana burtur frá allari ávirkan.

Eftir drúgva kreppufundin í Fólkaflokkinum á Hotel Brandan í Havn í kvøld er tó greitt, at pláss er fyri Anniku Olsen í Fólkaflokkinum. Flokkurin hevur samtykt, at Annika Olsen sleppur at stilla upp fyri flokkin, ynskir hon tað.

Eisini hevur Fólkaflokkurin samtykt, at í framtíðini eru tinglimir fríttstillað at atkvøða eftir egnari sannføring í sonevndum ”etiskum málum.”

- Tað er ein samtykt, sum floksstjórnin hevur tikið, og sum eg kann liva við, sigur Jacob Vestergaard.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655