Herjólfur III á veg til Føroya

Herjólfur III á veg til Føroya
Hann fer at sigla við farmi á suðuroyarleiðini síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku
Herjólfur III hevur verið í Ísland og loyst av, men fer nú at sigla farm um Suðuroyarfjørð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
14.11.2022 - 13:21

Herjólfur III er á veg úr Íslandi aftur til Føroya, skrivar in.fo. 

Fyri einum góðum mánaði síðani fór skipið aftur til Íslands at vera avloysaraskip har fyri eina ferju, sum skuldi til eftirlit.

Upprunaliga skuldi Herjólfur koma aftur fyri eini viku síðani, men dokkingin í Íslandi gekk ikki sum ætlað, so tað var ikki fyrr enn nú um vikuskiftið, at skipið fór av beding aftur.

 

Niels Juel Arge er stjóri á Strandferðsluni.

 

Nýsetti stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, sigur, dokkingin hjá íslendsku ferjuni, sum Herjolfur loysir av, tók longur tíð enn væntað, og tí er skipið seinkað aftur til Føroya:

 

14112022_Niels_Juel

 

Væntandi verður Herjólfur III aftur á Havnini í nátt ella í morginári, og hann fer at sigla farm á suðuroyarleiðini síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815