Selja Dansistovuna í Sørvági

Selja Dansistovuna í Sørvági
Kommunan setir sum treyt, at bygningurin uttan verður høvuðsumvældur innan tvey ár
Dansistovan í Sørvági er í ringum standi, sigur kommunan. Freistin at bjóða er 28. november.
Mynd: Sørvágs kommuna  
 
14.11.2022 - 10:05

Dansistovan í Sørvági er til sølu.

Talan er um grundøki og Dansistovuna, 862 fermetrar.

Kommunan sigur, at dansistovan er í ringum standi.

Bygdaráðið samtykti at selja Dansistovuna á fundi 28.september.

Kommunan setir sum treyt, at bygningurin uttan verður høvuðsumvældur innan tvey ár. 

 

Kann krevja bygningin aftur

Verður hendan treytin ikki hildin, kann kommunan krevja, at hon fær Dansistovuna aftur.

Á ognina er lýstur servituttur, sum sigur, at økið bara er ætlað til kvikmynda- og dansihøll 

Kommunustýrið samtykti í 2007 at víðka servituttin til eisini at fevna um matstovu- og frítíðarvirksemi og at skeinkiloyvi kann útvegast.

Freistin at koma við boði upp á Dansistovuna er 28.november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521