Beinta Løwe ikki á valevnislistanum

Beinta Løwe ikki á valevnislistanum
Á seinasta løgtingsvali fekk Beinta Løwe tilsamans 301 atkvøðu
Beinta Løwe hevur verið løgtingskvinna seinasta valskeiðið, men hon er ikki at finna á nøkrum valevnislista, sum Tjóðveldi higartil hevur kunngjørt til løgtingsvalið 8. desember.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.11.2022 - 11:39

Beinta Løwe, sum var toppskorari hjá Tjóðveldi í Norðoyggjum á síðsta løgtingsvali, er ikki á listanum, nú Norðoya Tjóðveldisfelag hevur kunngjørt valevnini. 

Beinta Løwe fekk 102 atkvøður í Klaksvík og 301 atkvøðu um alt landið. Og tað rakk til eitt fimta pláss á listanum. Sostatt varð hon vald á ting fyrstu ferð, hon bjóðaði seg fram. 

Tí hevur eisini verið væntað, at Beinta Løwe fór at stilla upp aftur, men nú Norðoya Tjóðveldisfelag kunngjørdi listan yvir valevni, er hon ikki millum tey fýra, sum stilla upp. Hon er heldur ikki á listanum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag ella øðrum lokalfelagi hjá Tjóðveldi.

 

Hevur onga viðmerking

Kringvarpið hevur tosað við Beinta Løwe, men hon sigur seg ikki hava nakra viðmerking.

Sum Kringvarpið skilir, vil felagið fegið hava hana á listan, men tað er hennara egna avgerð ikki at stilla upp. 

Tað er kortini ikki útilokað, at hon stillar upp, tí í tíðindaskrivinum um valevni skrivar lokalfelagið í Norðoyggjum, at uppstillingarfundurin gav nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag heimild at stilla eitt valevni upp aftrat, um nevndin ynskir tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025