Føroyskt tiltak á COP27

Føroyskt tiltak á COP27
Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni skipa saman við øðrum fyri tiltakinum
Veðurlagsráðstevnan hesaferð er í Egyptalandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.11.2022 - 08:34

Í dag kl. 12.30 verður eitt føroyskt tiltak á veðurlagsráðstevnuni, COP27, í Sharm el Sheik í Egyptalandi.

Tað eru Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, sum saman við øðrum skipa fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna.

Tað kann millum annað gerast við at brúka tey amboð, sum náttúran longu hevur til at minka um veðurlagsbroytingarnar og varðveita lívmargfeldið - við øðrum orðum: við at brúka náttúruloysnir. 

Norðurlendska ráðharraráðið hevur fíggjað fleiri verkætlanir um náttúruloysnir í Norðurlondum, og á tiltakinum verða m.a. nýggjastu granskingarúrslitini løgd fram.

Tiltakið kann stroymast á us.fo kl. 12.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952