Grønland: Samgongan ridlar

Grønland: Samgongan ridlar
Harðar skuldsetingar frá tingmanni hjá IA fáa nú Siumut at umhugsa samgongusamstarvið.
 
19.11.2022 - 18:23

At nakrir bústaðir í Qasigiannguit, sum er fyrrverandi Christianshåb, eru rivnir niður, fær samgongusamstarvið í grønlendska landsstýrinum at ridla.

Kristian Jeremiassen frá IA leggur Siumut undir at hava skyldina av, at bústaðirnir verða rivnir niður, og hetta hevur fingið Siumut at umhugsa sína støðu í samgonguni.

Tað var undir aðru viðgerð av grønlendsku fíggjarlógini fyri næsta ár, at neistar fuku millum politikarar í samgonguni.

- Tíverri eru vit í samgongu við Siumut. Og eg undirstriki: Tíverri, segði Kristian Jeremiassen frá tingsins røðarapalli.

Umhugsa samstarvið
Formaðurin í Siumut, Erik Jensen, sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tá ið ein politikari í IA kemur við so ógvusligum skuldsetingum, má samstarvið umhugsast.

- Tað er okkara skylda sum flokkur at tala at, tá ið eitt slíkt fullkomiliga ógrundað álop verður gjørt á okkum, sigur hann.

Siumut krevur nú, at leiðslan í IA ger greitt, hvørja støðu hon hevur til skuldsetingarnar frá Kristian Jeremiassen, og tað hevur IA fingið nakrar dagar at viðgera innanhýsis.

- Lat nú tey í IA tosa um tingini innanfloks og gera støðuna upp, so fáa vit at síggja, hvat víðari hendir, sigur Siumut-formaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107