Miðflokkurin javnstøðu – enn

Miðflokkurin javnstøðu – enn
Á listanum hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið eru sjey menn og seks kvinnur, men enn er uppstillingin ikki endalig, sigur flokkurin.
Væl av fólki var møtt á landsfundinum hjá Miðflokkinum á Svangaskarði í gjárkvøldið, sum samstundis var uppstillingarfundur
Mynd: Mynd: Ólavur í Geil  
 
19.11.2022 - 18:43

Á fólkatingsvalinum fyri tveimum vikum síðani stillaði Miðflokkurin bara menn upp, men til løgtingsvalið komandi fer kanska at síggja øðrvísi út.

Enn er uppstillingin ikki endalig, men higartil hevur flokkurin sjey menn og seks kvinnur á listanum, so talan er um javnstøðu.

Miðflokkurin hevði eisini seks kvinnur á listanum á løgtingsvalinum í 2019, men tá vóru menninir níggju í tali.

Freistin at lata listarnar inn er úti mikudagin, og flokkurin væntar at fáa fleiri fólk á listan til ta tíð.

Miðflokkurin hevði landsfund á Svangaskarði í gjárkvøldið, og tá var eisini uppstillingarfundur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572