Sjøtul settur á Fjøruvegin

Sjøtul settur á Fjøruvegin
Løgtingið hevur játtað 55 milliónir, og Runavikar kommuna rindar 45 milliónir kr. 
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu loysti fyrsta flagið við gravimaskinuni.
Mynd: Kári Mikkelsen  
 
21.11.2022 - 17:00

Beint eftir døgurða í dag var sjøtul settur á innasta partin av Fjøruvegnum í Runavíkar kommunu. 

Samlaði vegateinurin gongur frá tunnilsmunnanum í Rókini um Runavík, Saltangará og inn á Glyvrar, har hann verður bundin í vegin oman móti Bakkafrosti. 

Hoyr samrøðu við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, og Jón Sigurdsson, stjóra í Articon, sum hevur fingið arbeiðið at gera:

 

21112022_Tobbi_og_Jon_um_Fjoruveg

 

Tann parturin av vegnum, ið nú verður gjørdur, verður liðugur um eitt ár ella so. Hann kostar umleið 30 mió. krónur.

Allur Fjøruvegurin fer at kosta tilsamans 100 milliónir kr. 

Løgtingið hevur játtað 55 milliónir, og Runavikar kommuna rindar 45 milliónir kr. 

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon. (Mynd: Kári Mikkelsen)

 

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon. (Mynd: Kári Mikkelsen)

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. (Mynd: Kári Mikkelsen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083