Vandi fyri jólaferðsluni hjá Air Greenland

Vandi fyri jólaferðsluni hjá Air Greenland
Flogtænastufólkini eru komin við fyrru ávaringini um verkfall
Í Grønlandi verður nú tosað um, at støðan kann hava við sær, at stóra jólaferðslan hjá Air Greenland verður rakt.
Mynd: Sermitsiaq  
 
21.11.2022 - 14:23

Grønlendska flogfelagið, Air Greenland, hevur nú fingið fyrru ávaring um verkfall frá felagnum hjá flogtænastufólkunum, FPU.

Sáttmálin teirra millum fór úr gildi fyri nærum einum ári síðani, tann 31. desember í fjør, og síðani hava partarnir samráðst.

Í Grønlandi verður nú tosað um, at støðan kann hava við sær, at stóra jólaferðslan verður rakt.

Sermitsiaq skrivar, at ávarast skal um verkfall tvær ferðir, og eftir seinnu ávaring skulu ganga sjey dagar, áðrenn flogtænastufólkini kunnu fara í verkfall.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV