- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaflokkurin fótar sær
Ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, bendir á, at løgtingsvalið verður nógv meira spennandi, enn mong høvdu væntað.
Men hóast kanningin vísir onnur tøl enn tær síðstu kanningarnar, er framvegis galdandi, at fráfarandi samgonga framvegis stendur at koma í minniluta, tí hesaferð hevði hon fingið 15 sessir og andstøðan 18.
Serliga merkisvert er í nýggju kanningini, at Fólkaflokkurin stendur seg munandi betur enn í síðstu kanning, ið gav flokkinum góð 12 prosent.
Eftir nýggju kanningini stendur Fólkaflokkurin til at fáa góð 19 prosent av atkvøðunum og sjey tingsessir, sum bara er ein færri, enn flokkurin hevur nú.
Samband og Javnaður dragna
Sambandsflokkurin, ið vann fólkatingsvalið herfyri, fær ikki somu undirtøku til løgtingsvalið, tí frá góðum 30 prosentum á fólkatingsvalinum hevur Sambandsflokkurin mist 11 prosent og stendur til at fáa beint undir 19 prosent. Tað hevði givið seks tingsessir.
Javnaðarflokkurin sær út til at vinna valið, hóast undirtøkan ikki er so stór hesa ferð, sum hon hevur verið í flestu kanningum síðstu tíðina. Nú stendur flokkurin at fáa 25,4 prosent og níggju tingsessir.
Tjóðveldi er í kanningini næststørsti flokkur og fær 20,7 prosent, ið gevur ein tingsess afturat, so flokkurin vildi fingið sjey sessir. Hetta er nógv besta úrslit hjá Tjóðveldi í eini veljarakanning leingi.
Tíggjundihvør ivast
Bæði Miðflokkurin og Framsókn hava framgongd og vildu fingið ávikavist 6,8 og 6,6 prosent av atkvøðunum, men í hvørgum føri er tað nóg mikið til at vinna triðja tingsessin.
Og hóast Sjálvstýri við hálvumtriðja prosent hevur framgongd í mun til undanfarnu kanningar, røkkur tað ikki til at vinna upp um tinggáttina.
8,9 prosent av teimum 800 spurdu í Spyr.fo-kanningini hava enn ikki tikið støðu til, hvat tey fara at velja. 1,3 prosent sigur seg ikki fara á val, og 0,4 prosent ætla at atkvøða blankt.