Gevst nú sum flogterna

Gevst nú sum flogterna
Bergtóra Nielsen hevur verið flogterna hjá Atlantsflogi, síðani felagið byrjaði
Bergtóra Nielsen fekk heiðursmóttøku á flogvøllinum í dag.
 
28.11.2022 - 15:24

Seinnapartin var skipað fyri hátíðarhaldi á flogvøllinum í Vágum, nú Bergtóra Nielsen gevst sum flogterna.

Hon hevur verið flogterna hjá Atlantic Airways øll árini, síðani felagið byrjaði í 1988, og hon kom saman við Hans Hansen, flogskipara, at vera ímyndin av okkara tjóðarflogfelagi.

Flogfelagið byrjaði við einum flogfari, av slagnum BAE 146, men Atlantsflog mentist skjótt, og eitt skifti hevði felagið sjey flogfør av hesum slagnum í senn, harav nøkur vóru leigað til nógva virksemið.

 

Bergtóra var eisini við fyrsta túrin við nýggja Airbus-flogfarinum úr Fraklandi til Føroya stutt fyri jól í 2016.

 

Síðani 2012 hevur Atlantsflog havt nýggj flogfør av slagnum Airbus, og øll hesi árini hevur Bergtóra borðreitt fyri ferðafólkunum.

Hon var eisini leiðari hjá flogternunum í fleiri ár.

 

Bergtóra Nielsen hevur verið ímyndin av Atlantsflogi øll árini. 

 

Tí var tað ikki meira enn rímiligt, at vatnportur var gjørt á flogvøllinum seinnapartin til heiðurs fyri Bergtóru Nielsen, tá flogfarið kom úr Keflavík.

Hetta var seinasti túrur hjá Bergtóru Nielsen sum flogterna.  

 

Sí myndir her:

 

28_11_22_BERGTORA

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552