- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri enn 800 umsóknir um oljuískoyti
Fleiri enn 800 umsóknir um oljuískoyti
Almannaverkið hevur higartil avgreitt yvir 300 umsóknir, og fyrstu oljuískoytini eru útgoldin

Oljuískoyti er nýggj veiting til fíggjarliga sperdar familjur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
01.12.2022 - 11:56
Yvir 800 húsarhald hava søkt um oljuískoyti frá Almannaverkinum.
Freistin at søkja fór í gjár.
Higartil hevur Almannaverkið viðgjørt 737 umsóknir, men av tí at fleiri umsóknir komu í gjár, er ikki greitt enn, hvussu nógvar umsóknir eru komnar. Men væntaða talið er oman fyri 800, sigur málsviðgeri í Almannaverkinum.
Oljuískoyti er nýggj veiting til fíggjarliga sperdar familjur.
Almannaverkið hevur higartil avgreitt yvir 300 umsóknir, og fyrstu oljuískoytini eru útgoldin.
Oljuískoytið er 10.000 krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























