Síðsti valfundurin í Klaksvík í kvøld

bannari
Um KVFTíðindi
Síðsti valfundurin í Klaksvík í kvøld
Í kvøld verður síðsti almenni valfundurin í sambandi við løgtingsvalið hósdagin. Fundurin verður á Skúlatrøð í Klaksvík, og øll eru vælkomin at lurta og seta spurningar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06-12-2022

Nú stundar til løgtingsvalið, sum verður hósdagin 8. desember. 

Valsendingarnar í Kringvarpinum eru nærum allar lidnar. Og í kvøld verður punktum sett á valdekningin, tá síðsti almenni valfundurin er á skránni. 

Evnini fyrstu tvey umførini eru ferðavinna og búskaparpolitikkur. Triðja og síðsta umfar verður eitt forfólkaumfar. 

Valfundurin verður í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Fundurin byrjar eftir Dag og viku, tað vil siga kl. 19.30, og øll eru vælkomin at lurta og seta spurningar. 

Sjónvarpið sendir sjálvandi beinleiðis frá fundinum. 

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816

Um kvf css