Skráseta hvussu makrelur ferðast

Skráseta hvussu makrelur ferðast
Makrelur verður merktur fyri at staðfesta, hvussu hann ferðast á Norðurleiðum um summarið
Eldri makrelur ferðast longri enn yngri makrelur
Mynd: Shutterstock.com  
 
06.12.2022 - 08:02

Merktur makrelur verður skannaður á uppsjóvarvirkjum, millum annað í Føroyum.

Upplýsingarnar, sum merkti makrelurin hevur, fer í ein altjóða dátugrunn.

Merkti makrelurin er fingin við húki á lítlum dýpi, sleptur í eitt kar og síðani máldur og merktur.

Tá hann so er fingin aftur í vanligum fiskiskapi, sigur merkið frá, tá hann fer gjøgnum móttøkuna á uppsjóvarvirkinum. 

 

Eldri makrelur ferðast longri

Merkingarnar vera millum annað brúktar til at síggja, hvussu makrelur ferðast á Norðurleiðum um summarið.

Og nýggjastu kanningarnar, sum vóru gjørdar í summar, siga, at størsti makrelurin fer heilt vestur til Íslands og Grønlands og heilt norður móti Svalbardi eftir æti.

Um heystið fer hann aftur til Hetlands.

Kanningarnar siga eisini, at eldri makrelurin er, longri ferðast hann.

Størstu makrelarnir fara eisini fyrr enn teir smærri suðureftir at gýta.
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329