Marokko skrivaði fótbóltssøgu

Marokko skrivaði fótbóltssøgu
Marokko gjørdist fyrsta liðið úr Afrika, sum hevur spælt seg í eina hálvfinalu í heimsmeistarakappingini í fótbólti, tá liðið vann fjórðingsfinaluna móti Portugal
Youssef En-Nesyri gjørdi einsamalla málið í sigrinum á Portugal, tá Marokko skrivaði fótbóltssøgu og gjørdist fyrsta afrikanska landið, ið spældi seg í eina HM-hálvfinalu
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.12.2022 - 16:54

HM-endaspælið hevur borðreitt við fleiri óvæntaðum úrslitum. Men Marokko skapti í dag tað mest óvæntaða, tá afrikanska landið vann á stórfavorittunum úr Portugal í fjórðingsfinaluni. 

Harvið skrivaði Marokko eisini fótbóltssøgu, tí landið gjørdist bæði fyrsta liðið úr Afrika, men eisini fyrsta islamska og arabiska liðið, sum hevur spælt seg í eina hálvfinalu í heimsmeistarakappingini í fótbólti.

Einsamalla málið í dystinum skoraði Youssef En-Nesyri í 42. minutti, tá hann í besta Michael "Air" Jordan-stíli leyp upp um bæði verjuna og málverjan hjá Portugal og stútaði bóltin í málið. 


Sterk verja vísti vegin

So vóru góð ráð dýr hjá Portugal, tí spælið koyrdi slett ikki hjá dugnaligu bóltsnillingunum í fyrra hálvleiki. 

Marokko hevur sterkastu verju í HM-endaspælinum, tí tað er næstan ógjørligt at skora móti liðnum. Og soleiðis var eisini í fjórðingsfinaluni móti Portugal. 

Leikararnir úr Marokko vardu manniliga, og hvørja ferð teir fingu møguleikan, so royndu teir at koma fram og skora næsta málið. 

 

Ronaldo

Heimsstjørnan Cristiano Ronaldo byrjaði enn einaferð á bonkinum hjá Portugal.

Men venjarin hjá Portugal, Fernando Santos, gjørdi skjótt av í seinna hálvleiki og setti heimsstjørnuna á vøllin beinanvegin, men líka lítið hjálpti tað. 

Leikararnir úr Marokko bardust sum leyvur allan dystin, og sjálvt tá mest royndu leikararnir á liðnum, eitt nú Hakim Ziyech og Romain Saiss, noyddust av vøllinum við skaðum, so stríddust ungu avloysararnir manniliga víðari. 

Sjálvt ikki tá innskifti áleyparin Walid Cheddira bleiv vístur av vøllinum, broytti tað nakað. 

 

Samanhaldið og vilji vann

Venjarin hjá Portugal, Fernando Santos, royndi alt, og blakaði allar teir álopssinnaðu leikararnar, ið hann hevði á bonkinum, á vøllin, men einki vildi rigga hjá Portugal. 

Um sterka verjan hjá Marokko ikki kláraði at verja fyri, so stóð frálíki málverjin Bono fyri. 

Samanhaldið, viljin og sterki liðandin hjá Marokko sigraði at enda á talentinum hjá Portugal. 

Marokko er í hálvfinaluni, og tað er fult uppiborið, tí liðið hevur sligið Belgia, Spania og nú Portugal úr HM-endaspælinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595