Leggja seinastu hond á samgonguskjalið

Leggja seinastu hond á samgonguskjalið
Seinnapartin fara forfólkini í flokkunum, sum samráðast um landsstýri, at tosa um málsøkjabýti
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, í samrøðu við fjølmiðlar fyrrapartin.
Mynd: Hallur av Rana  
 
19.12.2022 - 13:00

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn tóku samráðingarnar um at skipa landsstýri uppaftur fyrrapartin, og nú verður seinasta hond løgd á samgonguskjalið.

Ætlanin, er forfólkini i flokkunum skulu fara at tosa um málsøkjabýtið.

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur freist til í morgin aftrat at skipa landsstýri, men verður neyðugt at biðja løgtingsformannin um longri freist, verður tað gjørt, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Aksel V. Johanneseni útvarpstíðindunum:

 

19122022_Aksel_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040