Skalvalopini: Hava fingið fleiri skaðafráboðanir

Skalvalopini: Hava fingið fleiri skaðafráboðanir
Betri Trygging hevur fingið 112 fráboðanir og Trygd millum 30 og 50 fráboðanir. Betri Trygging leggur í fyrstu syftu dent á at veita bráðfeingishjálp
Bilar fingu eisini skaða í skalvalopunum í Klaksvík í gjár.
 
20.12.2022 - 12:20

Tryggingarfeløgini hava fingið fleiri skaðafráboðanir seinasta samdøgrið, og í summum førum er talan um stóran skaða.

Betri Trygging hevur higartil fingið 112 fráboðanir um skaða um alt landið. Teir flestu eru í Klaksvík. 

- Beint nú verður dentur lagdur á at veita bráðfeingishjálp, sigur Annika á Heygum, stjóri á skaðadeildini í Betri Trygging:

 

20122022_Skadar_eftir_skridulop

 

 

Tryggingarfelagið Trygd hevur higartil fingið millum 30 og 50 fráboðanir. 

Fólk frá Trygd vóru í gjár og aftur í dag í Klaksvík og kannaðu skaðar. 

Talan er um skaðar av skalvalopi og vatnskaðar, og fleiri bilar hava eisini fingið skaða.

- Helst koma fleiri skaðafráboðanir aftrat, so hvørt sum fólk, sum í gjár rýmdu undan vandanum fyri skalvalopi, fara aftur til hús, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025