Bústaðir keypt kommunuskrivstovu til leiguíbúðir

Bústaðir keypt kommunuskrivstovu til leiguíbúðir
Bygningurin hevur hýst umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu í umleið 50 ár
Gamla kommunuskrivstovan í Fuglafirði verður umbygd til leiguíbúðir.
Mynd: Fuglafjarðar kommuna  
 
21.12.2022 - 15:07

Bústaðir hava keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði. Ætlanin er at innrætta bygningin til leiguíbúðir. 

Tað var 15. desember, at partarnir gjørdu avtalu um, at Bústaðir keypa gomlu kommunuskrivstovuna á Ennivegi 38. 

Umsitingin hjá kommununi hevur seinastu árini húsast í bygninginum, sum Eik hevði í Fuglafirði.  

 

Bygd í sjeytiárunum

Fuglafjarðar kommuna keypti gomlu kommunuskrivstovuna miðskeiðis í sjeytiárunum. Bygningurin hevur hýst umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu í umleið 50 ár.

Upprunaliga var tað Jákup Oluf Jacobsen, snikkarameistari, ið bygdi bygningin til snikkaraverkstað og bústað. Seinni varð bygt uppí og bygt um til íbúðarbygning við fýra íbúðum.

Bústaðir ætla at innrætta bygningin til leiguíbúðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522