Samgongan er skipað

bannari
Samgongan er skipað
So kom hvítur roykur úr løgtinginum. Aksel V. Johannesen váttar, at nýggj samgonga er skipað millum Javnarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn
Aksel V. Johannesen váttar, at semja er um bæði samgonguskjal og málsøkjabýtið. Ein samgonga er skipað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2022 - 00:17

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, váttar, at samgongusamráðingar eru lidnar, og teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, eru samdir um bæði samgonguskjalið og málsøkjabýtið. 

Harvið er ein nýggj samgonga skipað. 

Aksel V. Johannesen vil ikki siga, um tað eru átta ella níggju landsstýrisfólk í nýggja landsstýrinum, men sum Kringvarpið skilir, so vera tað níggju. 

Alt bendir tískil á, at Javnaðarflokkurin fær løgmann og trý landsstýrisfólk, og at Framsókn fær fíggjarmál og møguliga eitt landsstýrisfólk afturat. 

Tjóðveldi fær løgtingsformannin og eftir øllum at døma trý landsstýrisfólk. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur kravt at fáa eina góða umboðan í landsstýrinum, nú flokkurin hjá henni endaði við buktini og báðum endunum. 

Nú er alt, ið bendir á, at Framsókn fær tvey landsstýrisfólk, og annað er landsstýrisfólkið í fíggjarmálum. 

 

Tíðindafundur hósmorgunin

Samgonguskjalið verður tó ikki kunngjørt fyrr enn hósmorgunin, tí nú fara flokkarnir at brúka morgindagin til innanhýsis fundir, har tey millum annað skulu finna út av, hvør skal umboða flokkarnar í landsstýrinum.  

Hósmorgunin verður tíðindafundur, har samgonguskjalið og málsøkjabýtið verða kunngjørd. 

Klokkan tíggju hósmorgunin verður tingfundur, har løgtingsformaður skal veljast, og síðani skal Aksel V. Johannesen veljast til løgmann. 

Men landsstýrisfólkini verða ikki kunngjørd, fyrr enn løgmaður hevur móttøku í Tinganesi seinnapartin hósdagin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809