Búsetingar fyri dómstól

Búsetingar fyri dómstól
ST-aðalfundurin hevur samtykt, at altjóða dómstólurin í Haag skal viðgera tað, ST rópar ísraelsku hersetingina av Vestara áarbakka.
Mynd: Sraya Diamant/Flash90  
 
01.01.2023 - 18:33

Yvirlýsingin varð samtykt við 87 atkvøðum fyri og 26 ímóti, men heili 53 ST-limalond vildu ikki greiða atkvøðu.

Palestinski ST-sendiharrin, Riyad Mansour, sigur samtyktina vera eini greið boð til nýggju stjórnina í Ísrael, ið ikki væntast at fara at vera serliga semjusøkjandi mótvegis palestinum.

Ísrael vísir í sínum lagi aftur, at talan er um eina herseting, men at búsetingarnar harafturímóti bæði søguliga og lógliga eru væl grundaðar.

Seinast altjóða dómstólurin í Haag tók upp ósemjuna millum Ísrael og palestinar, var í 2004, tá dómararnir komu til ta niðurstøðu, at ísraelski múrurin ímóti Vestara áarbakka var í stríð við altjóða lóggávu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974