Gongst illa at velja formann í Umboðsmannatinginum

Gongst illa at velja formann í Umboðsmannatinginum
Republikanarin, Kevin McCarthy, hevur roynt gerast formaður 11 ferðir, men hann hevur ikki mist mótið
Kevin McCarthy hevur stillað upp til formanssessin 11 ferðir, men hvørja ferð hevur hann verið og stuttur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.01.2023 - 14:30

Stríðið um formanssessin í amerikanska Umboðsmannatinginum er ikki av enn.

Royndin at velja republikanaran, Kevin McCarthy, til formann, bar heldur ikki á mál í dag, triðja dagin á rað, skrivar BBC.

Hetta var 11. royndin at velja Kevin McCarthy til formann í Umboðsmannatinginum, nú demokraturin, Nancy Polosi, gevst. Hesaferð vantaðu 20 repulikanskar atkvøður í, men McCarthy hevur ikki mist mótið. 

 

 

Sambært BBC kann tað verða torført hjá McCarthy at fáa allar atkvøðurnar júst í dag, tí nú eru tvey ár síðani álopið á kongressina.

McCarthy fanst tá at sitandi forsetanum í USA, Donald Trump, og bað hann heita á síni viðhaldasfólk um at fara av økinum. 

Trump fanst tá hvassliga at McCarthy, og nú eru tað floksfelagar og viðhaldsfólk hjá Trump, sum halda, at McCarthy er ikki nóg konservativur, og tey vilja ikki hava hann til formann í Umboðsmannatinginum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087