Spyr løgmann hvussu nógv landsstýrið kostar

Spyr løgmann hvussu nógv landsstýrið kostar
Jenis av Rana í Miðflokkinum vil hava løgmann at útgreina, hvussu stórur meirkostnaðurin verður av níggju landsstýrisfólkum
Jenis av Rana er formaður í Miðflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.01.2023 - 08:41

Fyrsti grein 52a fyrispurningurin í hesum valskeiðinum kom longu í gjár.

Jenis av Rana í Miðflokkinum spyr Aksel V. Johannesen, løgmann, hvussu nógv broytingar kosta, sum samgongan hevur gjørt, nú níggju landsstýrisfólk eru í staðin fyri sjey.

Løgmaður verður biðin um at upplýsa og útgreina, hvussu stórur meirkostnaðurin verður.

Í útgreiningini verður hugsað um økta lønarkostnaðin og nýggj ella dagførd høli.

52a fyrispurningar til løgmann ella landsstýrisfólk skulu svarast skrivliga í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037