Skipararnir og manningin eru avhoyrd

Skipararnir og manningin eru avhoyrd
Báðir grønlendsku trolararnir fingu skaða, tá teir stoyttu saman leygardagin
Polar Natarnaaq við bryggju í Nuuk.
Mynd: Sermitsiaq  
 
09.01.2023 - 11:24

Grønlendska løgreglan hevur avhoyrt skipararnar og manningina á teimum báðum grønlendsku trolarunum, sum stoyttu saman nakað sunnan fyri Maniitsoq leygardagin.

Eingin av manningini fekk skaða.

Fleiri av yvirmonnunum á báðum trolarum eru føroyingar - millum annað báðir skipararnir. Skipari á Akamalik var Tórbjørn Joensen og skipari á Polar Nataarnaq  var Jens jacobsen. 

Eisini hevur løgreglan hugt eftir skaðanum, sum trolararnir hava fingið.

 

Akamalik hevur fingið hol á bógvin. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Kláraðu at sigla sjálvir

Skaðarnir eru rættiliga stórir, tó at báðir trolararnir kláraðu sjálvir at sigla til Nuuk.

Gronin á Polar Nataarnaq hevur fingið skaða, og Akamalik, sum Royal Greenland eigur, hevur fingið rættiliga umfatandi skaða, har sum gronin hjá hinum trolaranum tók. Fýra kømur eru sambært rakstrarstjóranum hjá Royal Greenland oyðiløgd.

Grønlendska løgreglan sigur við Sermitsiaq, at hon ikki í løtuni hevur hug at gera nakrar viðmerkingar um hvat er hent og hví. 

 

Sjóvinnustýrið uppí

Tá løgreglan er liðug við sínar kanningar, verður málið møguliga latið sjóvinnustýrinum, sum so millum annað skal kanna um skaðarnir samsvara við tað, sum manningin hevur greitt løgregluni frá. Tað kann eisini vera, at sjóvinnustýrið ikki kemur upp í leikin, um tað verður staðfest at eingin vandi var fyri, at trolararnir sukku og at eingin mansskaði var. Tá er talan um ein tryggingarspurning, um báðir partarnir eru samdir um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Gudtænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107