Spenningur í steypakappingini

Spenningur í steypakappingini
Menninir hjá SÍ vunnu á útivølli ímóti finalistunum frá í fjør, og kvinnurnar hjá KÍF loyptu hvøkk á oddaliðið
Verandi steypavinnarin, Fleyr, var í stórum trupulleikum ímóti KÍF í Havn
 
09.01.2023 - 08:12

Menninir hjá SÍ fóru avstað við sigrinum, tá teir vitjaðu steypafinalistin, ÍF, í gjár.

Fuglfirðingarnir løgdu bragdliga fyri og vunnu við tíggju stigum í fyrsta setti, men sørvingar javnaðu til 1-1. ÍF vann aftur sannførandi í 3. setti, men SÍ vildi ikki geva skarvin yvir og bardi seg upp á javnleik. So skuldi javnbrótari til, og ÍF hevði ikki minni enn tríggjar dystarbóltar, áðrenn SÍ til endans vann 16-14.

Leygardagin vunnu menninir hjá Fleyr tryggan 3-0 sigur á Ternuni við settúrslitunum 25-15, 25-15, 25-13.

KÍF kløkkaði Fleyr

Verandi steypavinnarin við kvinnum, Fleyr, kom í stórar trupulleikar, tá KÍF vitjaði í Havn. Kollfirðingar vunnu tvey tey fyrstu settini, og vóru á odda seint í tí triðja, men so mistu teir alt á gólvið. 

Fleyr javnaði til 2-2, og álopsessið, Iuliiu Kuvshinova, endaði við at avgera javnbrótaran til fyrimuns fyri heimaliðið.

Mjølnir reisti seg

Kvinnurnar hjá Mjølni reistu seg væl og virðiliga eftir tapið fyri Ternuni mikukvøldið. Mjølnir vann 3-0 á Drátti og er aftur í kappingini um hálvfinalupláss. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083