Fólkatalið vaks í 18 kommunum

Fólkatalið vaks í 18 kommunum
Lutfalsligi størsti vøkstur var í Fugloyar kommunu
Fólkatalið í Nes kommunu er farið upp um 1500, og kommunan hevur nú býarheiti.
 
12.01.2023 - 08:19

Frá 1.desember 2021 til 1.desember í 2022 vaks fólkatalið í 18 kommunum.

Talið av íbúgvum minkaði í 10 kommunum. 

Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu. 

Lutfalsligi størsti vøkstur var í Fugloyar kommunu. Størsta minking í tali var í Sumbiar kommunu. 

Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Skúvoyar kommunu. 

 

Nes kommuna býur

Í Nes kommunu vóru 1499 fólk 1. desember í fjør.

Men 12.desember vóru tey vorðin 1502, so kommunan kann nú kalla seg bý. Nú eru níggju kommunur í Føroyum, sum hava fleiri enn 1500 fólk.

1.desember í fjør búðu 54.227 fólk í Føroyum. 

Tað eru 620 fleiri enn 1.desember í 2021.

 

Níggjunda árið

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári, skrivar Hagstovan.

Men seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini og er minkaður úr 1,4 prosenti niður í 1,2 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521