Noyðast at taka hybridbilarnar úr lógini fyribils

Noyðast at taka hybridbilarnar úr lógini fyribils
Bráðfeingisfíggjarlógin ger, at uppskotið um meirvirðisgjaldið og el-bilar má broytast, og tað verður ikki lagt fyri tingið fyrr enn týsdagin
Hóast hybridbilarnir verða tiknir úr lógini nú, so er tað framvegis ætlanin, at hesir bilar ikki skulu fáa endurgjald eftir 1. juli.
 
13.01.2023 - 11:49

Ongin tingfundur verður í dag kortini.

Fyrsti vanligi tingfundurin síðani løgtingsvalið skuldi vera seinnapartin í dag, men hann er útsettur til týsdagin.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skuldi leggja fram uppskot um at leingja tíðarskeiðið við tveimum árum, har fólk fáa meirvirðisgjaldið aftur, tá tey keypa nýggjan el-bil.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, var ikki klár at leggja uppskotið um elbilar og meirvirðisgjald fyri tingið í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Má broytast

Ruth Vang sigur, at uppskotið mátti broytast í síðstu løtu, av tí at landið í løtuni hevur bráðfeingisfíggjarlóg. Orsøkin er tí lógarteknisk, og eingin ósemja er um uppskotið, sigur hon.

Ítøkiliga merkir tað, at broytingin, sum nýggja landsstýrið ætlaði at gera, soleiðis at hybridbilar og plug-in hybridbilar frá 1. juli ikki longur fáa endurrindað meirvirðisgjald, má bíða, til endaliga fíggjarlógin fyri í ár er komin í gildi.

Lógartekniskt hevði tað verið í stríð við bráðfeingisfíggjarlógina at taka hesar bilarnar úr lógini nú.

 

Ætlanin óbroytt

Landsstýriskvinnan sigur tó, at hóast hybridbilar og plug-in hybridbilar ikki vera við í uppskotinum, sum verður lagt fram á tingfundinum týsdagin, broytir tað ikki politisku ætlanirnar, at hesir bilarnir frá 1. juli at rokna ikki longur fáa endurrindað meirvirðisgjaldið.

Hitt málið, sum skuldi leggjast fram í dag, er yvirtøka av farsóttarmálsøkið

Tað verður sama uppskot, sum undanfarna landsstýri kom við í løgtingið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650