“Vit mugu gerast betri til at tosa um kenslur sum heild”

Um KVFTíðindi
“Vit mugu gerast betri til at tosa um kenslur sum heild”
Hetta heldur Maria Winther Olsen, sum er annar av leikstjórunum av ungdómsheimildarrøðini 'Sært tú meg?’. Sendirøðin var so væl móttikin, at nú er onnur sesong á veg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17-01-2023

Í eini roynd at seta orð á kenslurnar verða fýra ung, fremmand fyri hvørjum øðrum, sett saman. Í royndini eru fýra stólar. Ein er reyður, og tað er har, frásøgufólkið ella tann, ið sigur sínar hugsanir, situr. Spyrjararnir sita í hinum trimum stólunum. Kunnu tey leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?

Anna Joensen-Næs, annar av leikstjórunum


Hetta hava Maria Winther Olsen og Anna Joensen-Næs gjørt av at kanna fyri aðru ferð. Ungdómsheimildarrøðin 'Sært tú meg?', sum var sera væl móttikin í fjør, heldur nú fram í fýra pørtum.

"Tað, sum er týdningarmikið fyri okkum, er at geva ungum í Føroyum ein møguleika fyri at spegla sær í øðrum ungum, so tey ikki kenna seg einsamøll. Og sjálvandi er ein rúgva av útlendskum tilfari, sum tey ungu kunnu nýta, men fyri nógv er tað nakað annað at hoyra sítt egna mál. Tað er eisini umráðandi at kenna seg aftur í tí samfelagnum, sum vit liva í, tí nógv av tí, sum verður viðgjørt í 'Sært tú meg?', snýr seg nevniliga um at liva í eini lítlari bygd. Og so halda vit, at tað er umráðandi, at vit gerast betri til at tosa um kenslur sum heild, so ung í Føroyum kunnu vera fyrimyndir fyri onnur ung".

Hetta sigur Maria Winther Olsen, sum er annar av leikstjórunum, og sum í løtuni lærir til dokumentarleikstjóra á Den Danske Filmskole í Keypmannahavn. 

Onnur sesong av 'Sært tú meg?' verður send seinni í ár.

Anna Joensen-Næs og Maria Winther Olsen leggja framleiðsluna til rættis.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065

Um kvf css