Rektarin á Glasi: Stórur tørvur á bygnaðarbroytingum

Rektarin á Glasi: Stórur tørvur á bygnaðarbroytingum
Tað var tilvitað val at senda ætlanarskriv um uppsøgn, áðrenn uppskotið um bygnaðarbroytingar fór til hoyringar, sigur Una Joensen
Bygnaðarbroytingar verða nú gjørdar á Glasi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.01.2023 - 18:00

Avgerðin um at senda eitt ætlanarskriv um uppsøgn til útbúgvingarstjóran, áðrenn uppskotið um bygnaðarbroytingar fór til hoyringar, var eitt tilvitað val, sigur Una Joensen, rektari á Glasi. 

Hetta sigur hon eftir atfinningar frá Yrkisfelagnum Miðnámi, sum hevur víst á, at mannagongdin í sambandi við ætlanarskrivið var skeiv.

 

Una Joensen er rektari á Glasi.

 

Stórur tørvur er á bygnaðarbroytingum á Glasi, sigur Una Joensen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24012023_Una_um_bygnadarbroytingar


Í tíðindunum á døgurða var sagt, at rektarin á Glasi kunnaði aðalstjóran í Mentmálaráðnum, Poul Gert Hansen, um bygnaðarbroytingarnar tann 5. januar í ár.

Hetta er ikki rætt. Aðalstjórin var kunnaður 5 desember í fjør, og starvsfólkini á Glasi vóru kunnað 5. januar.

Haldið okkum til góðar. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537