Kunnu fiska 11.000 tons av lodnu

Kunnu fiska 11.000 tons av lodnu
Kunngerðin um fiskiskapin er komin, og fiskast kann til 30. apríl
Norðborg hevur fingið loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Kvotan hjá teimum er 2.730 tons.
 
25.01.2023 - 08:30

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er 10.920 tons í ár.

Kunngerðin um fiskiskapin er komin.

Føroysk skip sleppa at fiska lodnu til 30.apríl. 

Fiskiloyvi fáa tey, sum í fjør høvdu loyvi til at fiska eginkvotu av lodnu ella tey, sum hesin rættur seinni er fluttur til. 

 

Eisini landast í Íslandi

Treytin er enn tann, at ávísur partur av kvotuni skal landast í Íslandi.

Eftir 17.februar er hesin parturin stívliga dupult so stórur.

Tá er talan um lodnu, sum verður fryst.

Norðborg hevur longu fingið loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi.

Kvotan er 2.730 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846