Rætta løtan at leita eftir olju

Rætta løtan at leita eftir olju
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum undrast á, hví einki stendur um oljuleiting í samgonguskjalinum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um oljuleiting undir Føroyum.
 
25.01.2023 - 18:00

Spurningurin er, um hetta er rætta løtan aftur at bjóða føroysku undirgrundina fram til oljufeløgini at bora.

Tað heldur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, sum undrast, hví einki stendur um oljuleiting í samgonguskjalinum.

Hon hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum,  skrivligan fyrispurning um málið.

 

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í Rættarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samgongan er neyvan samd, sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í Rætttarnevndini, sum er ímóti oljuboringum.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25012023_Oljuleiting_og_Mercedis


Talan er um skrivligan fyrispurning, sum skal svarast í løgtinginum. Tingið fer á fundi mánadagin at taka støðu til, um spurningurin skal svarast. 

Verður tað gjørt, hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, 14 yrkadagar at lata løgtingsformanninum skrivliga svarið.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203