Nýggj funka á kvf.fo: Spola aftur á beinleiðis sjónvarpsstroyminum

Um KVF›Tíðindi
Nýggj funka á kvf.fo: Spola aftur á beinleiðis sjónvarpsstroyminum
Nú ber til at spola tríggjar tímar aftur á beinleiðis sjónvarpsstroyminum á KvF.fo, meðan sent verður
Hála í sirkulin á tíðarlinjuni á sjónvarpsavspælaranum og spola upp til tríggjar tímar aftur, meðan stroymt verður
Mynd: Høgni Magnussen  
 
30-01-2023

Kennir tú kensluna, at vera ov seinur til Dag og viku og so noyðast at bíða eftir, at sendingin gerst tøk á heimasíðuni?

Nú nýtist tær ikki at bíða longur. 

Nú ber nevniliga til at spola tríggjar tímar aftur á beinleiðis sjónvarpsstroyminum á KvF.fo, so tú kanst hyggja at Degi og viku frá byrjan, hóast sendingin er byrjað. 

Tað sama er sjálvandi eisini galdandi fyri barnasendingar, dokumentarar og aðrar sendingar á sjónvarpsstroyminum hjá KvF.fo. 

Tað einasta, ið tú skalt gera, er at hála runda sirkulin á tíðarlinjuni aftur hartil, tú ynskir at hyggja frá. 

"NOT LIVE" merkir, at tú hevur spolað aftur á tíðarlinjuni. 

Um tú trýstir á "NOT LIVE", fer avspælarin aftur á "LIVE", sum merkir, at tú aftur hyggur at KvF-stroyminum beinleiðis. 

Nýggja funkan er ein liður í at menna heimasíðuna og talgildu tænasturnar hjá Kringvarpi Føroya. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672

Um kvf css