Gistingar settu met í fjør

Gistingar settu met í fjør
Av teimum 230.000 gistináttunum vóru 204.000 á gistingarhúsum í Havn
Umleið 230.000 gistinætur vóru á gistingarhúsunum í fjør, og tað er met.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.01.2023 - 14:43

Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Umleið 230.000 gistinætur vóru á gistingarhúsunum.

Gistinætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi gist verður.

Umleið 204.000 gistinætur vóru á gistingarhúsum í høvusstaðnum. Tað eru umleið tvær ferðir so nógv sum í 2019, ið annars var besta árið.

Aðrastaðni í landinum vóru 25.000 gistinætur, sum er væl meira enn í 2020, men kortini minni enn undir koronufarsóttini.

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark settu eisini met í gistináttum í fjør. Tey vóru umleið tvífalt so nógv sum í 2021, vísa tølini.

Danir gistu eisini meira á føroyskum gistingarhúsum í fjør enn í fyrraárið, men føroyingar gistu ikki so nógv í fjør sum í 2021.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358