- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lutaíbúðir í Vági verða leiguíbúðir

Tær seks íbúðirnar í Vági, sum upprunaliga skuldu seljast sum lutaíbúðir, verða nú leiguíbúðir.
Orsøkin er, at fíggingarstovnurin ikki metir, at tær hava tað virði, sum tær kosta at byggja, samanborið við søluvirðið aftaná. Í staðin verða íbúðirnar leigaðar út ígjøgnum Bústaðir, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.
Íbúðirnar hava staðið lidnar í meira enn hálvt ár, tí Vágs kommuna hevur ikki givið nýtsluloyvi. Orsøkin er, at kjallararúm, sum hoyra til íbúðirnar, ið ikki hava verið nóg væl brandtryggjað.
Hetta hava Bústaðir sambært borgarstjóranum nú syrgt fyri, og í dag kl. 13.30 verður fundur millum Vágs kommunu og Bústaðir, har kommunan væntandi fer at játta nýtsluloyvi til íbúðirnar, sum síðani verða leigaðar út.
























