- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær átalu

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri eina málsviðgerð.
Klagan var um, at ein maður fekk ikki svar ella kunning um eitt arbeiðsóhapp, sum honum var fyri.
Klagan er dagfest 9. juli í fjør. Maðurin hevði tá bíðað eftir svari í nærum eitt ár.
Í frágreiðing til umboðsmannin 13. september ásannaði Arbeiðs- og brunaeftirlitið, at málsviðgerðartíðin var óvanliga long.
Tað var tí, at stovnurin hevði so nógv at gera í sambandi við koronu.
Stovnurin segði, at klagarin væntandi fór at fáa eitt endaligt svar um mánaðarskiftið september/oktober 2022.
Umboðsmaðurin tók frágreiðingina frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til eftirtektar og kunnaði klagaran um, at grundarlag ikki var fyri at gera meira við málið.
Frætti einki aftur
Tann 11. oktober vendi klagarin sær aftur til umboðsmannin og boðaði frá, at hann framvegis ikki hevði frætt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Hann hevði til fánýtis roynt at fingið fatur í stovninum.
Løgtingsins umboðsmaður tók málið uppaftur.
Men tað gekk ikki betur enn væl.
Umboðsmaðurin heldur tað vera átaluvert, at tað var neyðugt hjá honum at geva Arbeiðs- og brunaeftirlitinum tríggjar áminningar, og enntá heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka neyðug stig til, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið gav honum eitt svar.




























