Edva Jacobsen nýggjur aðalskrivari

Edva Jacobsen nýggjur aðalskrivari
Edva Jacobsen tekur við eftir Dakko Petersen, sum hevur verið aðalskrivari í Bláa krossi síðani 2017
Edva Jacobsen tekur við starvinum sum aðalskrivari í Bláa krossi 1. mars.
Mynd: Blá Krossur  
 
09.02.2023 - 13:28

1. mars tekur Edva Jacobsen við sum aðalskrivari í Bláa krossi. 

Edva Jacobsen er úr Fuglafirði. 

Hon er 58 ára gomul, hevur arbeitt 25 ár í peningastovni og hevur m.a. lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.

Edva Jacobsen hevur verið tinglimur fyri Sambandsflokkin í níggju ár.

Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum, skrivar Blái krossur.

Hon tekur við eftir Dakko Petersen, sum hevur verið aðalskrivari í Bláa krossi síðani 2017.

Blái krossur Føroya eigur og rekur m.a. Blákrossheimið á Nesi og Ávegishúsið í Lynggøtu í Havn, og hevur sjey klædna- og búnýtishandlar kring landið.

30 fólk arbeiða hjá Bláa krossi, og 400 fríyrkisfólk eru í felagsskapinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360