Zelenskyj í ES-tinginum

Zelenskyj í ES-tinginum
Ukrainski forsetin sigur, at Ukraina vil verða partur av evropeisku familjuni
Zelenskyj, forseti, fekk ES-flagg frá forkvinnuni í ES-tinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.02.2023 - 14:47

Urkainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjar í hesum døgum í Evropa. 

Fyrrapartin helt hann røðu í ES-tinginum í Brússel.

- Russland roynir at gera av við okkum við kríggi. Tað eru ikki bara vit, sum eru hótt, men eisini Evropa, segði forsetin m.a. í røðuni.

Hann legði dent á, at Ukraina vil verða partur av evropeisku familjuni og liviháttinum her, men tað dámar ikki Russlandi.  

 

 

Eftir røðuna fekk Volodymyr Zelenskyj eitt ES-flagg frá forkvinnuni í tinginum, Robertu Metsola. 

- Tín háttur at stýra landinum, gevur íblástur til ukrainska fólkið, men eisini okkum øðrum. Tá heimurin hugsar um Ukraina, verður hugsað um hetjur, sum stríðast, tað er Dávid móti Goliat, segði Roberta Metsola. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974