Bjargaðu seks fólkum í húsatoftunum

Bjargaðu seks fólkum í húsatoftunum
Fýra dagar eftir hørðu jarðskjálvtarnar á markinum millum Turkaland og Sýria, eru nærum 21.700 fólk funnin deyð
Henda 14 ára gamla gentan var bjargað úr húsatoftunum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.02.2023 - 08:57

101 tíma eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi vóru seks fólk bjargað úr eini húsatoft, skrivar AP.

Og 94 tímar eftir hørðu jarðskjálvtarnar í Turkalandi, funnu bjargingarlið í nátt ein tannáring, sum var á lívi. 

Hann lá undir eini húsatoft í býnum Gaziantep. 

Samstundis verða alsamt fleiri fólk funnin deyð í toftunum bæði í Turkalandi og í Sýria.

Fýra dagar eftir hørðu jarðskjálvtarnar á markinum millum Turkaland og Sýria, eru nærum 21.700 fólk funnin deyð.

Leitingin í túsundtals húsatoftum heldur fram, men útlitini fyri at finna fleiri á lívi minka alsamt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804