Á Breddanum: Styttri arbeiðsvika og betri matvanar

Á Breddanum: Styttri arbeiðsvika og betri matvanar
Vit frætta eisini úr Kyiv, har stúrt verður fyri, at Russland fer undir stórt álop, meðan ukrainar bíða eftir vápnum úr vesturheiminum
Landsstýrið ætlar at stytta arbeiðsvikuna við lóg, men tað dámar ikki arbeiðsgevarunum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.02.2023 - 09:15

Arbeiðsvikan skal styttast so líðandi, og tað ætlar samgongan skal gerast við lóg.

Ja! rópa fakfeløgini, meðan arbeiðsgevararnir siga, at hetta hoyrir heima við samráðingarborðið.

Hvørjar eru royndirnar í Íslandi, har tey hava stytt arbeiðsvikuna, hvussu ávirkar tað tey, sum fáa styttri arbeiðsviku, og hvørja ávirkan fær tað á privata arbeiðsmarknaðin, um lógin ásetir arbeiðsviku, sum er styttri enn 40 tímar?

 

Meiri fiskur á døgurðaborðið

Hóast hjallurin er í sjónum, bendir nógv á, at vit ikki fara nóg ofta út í hjallin eftir matinum. Føroyingar eta ov lítið av fiski. Hvussu eru matvanarnir broyttir, og hvat kann gerast fyri at lokka fleiri fiskarættir á døgurðaborðið?

Síðst í sendingini hoyra vit úr Kyiv, har tey stúra fyri, at Russland er farið undir eitt nýtt stórt álop, meðan ukrainar bíða eftir vápnum úr vesturheiminum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin kann eisini stroymast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360