Lýsingar eiga at vera frámerktar

Lýsingar eiga at vera frámerktar
Alt, sum kann fremja sølu, og fólk fáa pengar ella aðrar fyrimunir fyri at leggja út, skal hava frámerki, sigur Brúkaraumboðið
Rannvá Sólheim er Brúkaraumboð.
 
10.02.2023 - 08:32

Lýsingar á sosialu miðlunum eiga at vera frámerktar at vera lýsingar.

Tað sigur Brúkaraumboðið við tey, sum eru ávirkarar ella marknaðarføra vørur og tænastur á sínari vangamynd á sosialu miðlunum.  

Alt, sum kann fremja sølu, og fólk fáa pengar ella aðrar fyrimunir fyri at leggja út, skal hava frámerki.

Fólk eiga tá at brúka orðið lýsing.

Tað er ikki nóg mikið bara at siga, at tað, sum verður lagt út, er í samstarvi við onkran, kapping, viðmæli fyri onkran ella bara nevna navnið á fyritøkuni.

Lýsarar, netverk og lýsingastovur, sum fólk arbeiða saman við, hava eisini ábyrgd av, at lógin verður fylgd. 

Brúkaraumboðið hevur heimild at banna ólógligari marknaðarførslu. Brot kunnu revsast við sekt, sigur Brúkaraumboðið.

Hoyr samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Rannvá Sólheim, brúkaraumboð:

 

10022023_Rannva_Solheim

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360