Bæði fáa NATO-limaskap

Bæði fáa NATO-limaskap
Finski forsetin, Sauli Niinistö, væntar, at bæði Svøríki og Finnland fáa fullgildugan limaskap í NATO í seinasta lagi í juli mánaði.
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
11.02.2023 - 10:55

– Um tað ikki hendir fyri fundin í Vilnius, hví skuldi tað so hent eftir hann, spyr Niinistö í samrøðu við svensku tíðindastovuna, TT.

Finski forsetin heldur, at NATO-toppfundurin í Vilnius tann 11. og 12. juli verður eitt høvi at geva bæði Svøríki og Finnlandi limaskap.

Hetta grundgevur hann við, at tá hevur Svøríki longu mánaðin frammanundan sett í gildi eina nýggja yvirgangslóggávu.

Nýggja lóggávan er sambært Niinistö eitt gott høvi hjá turkiska forsetanum, Erdogan, at staðfesta, at “Svøríki hevur lokið tær treytir, NATO-toppfundurin í Madrid kom ásamt um.”

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968