Norra: Arne Treholt deyður

Norra: Arne Treholt deyður
Arne Treholt, sum í 1985 varð dømdur sum njósnari, er deyður í heimi sínum í Moskva, 80 ára gamal. Tað skrivar norska avísin Aftenposten
Arne Treholt er deyður, 80 ára gamal
Mynd: Terje Bendiksby/NTB  
 
12.02.2023 - 18:40

Treholt var norskur politikari og diplomatur, men fekk í 1985, tá ið hann hevði leiðandi starv í norska uttanríksiráðnum, dóm fyri at hava njósnast fyri táverandi Sovjetsamveldið.

Hann var dømdur 20 ára fongsulsrevsing, men var í 1993 náðaður av heilsuáðum.

Tá flutti hann til Russlands og seinni til Kypros, men hesi seinnu árini hevur hann verið búsitandi í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

Umstrítt rættarmál
Rættarmálið ímóti Arne Treholt er mest umrødda og eisini umstrídda njósnaragøla í norskari søgu.

Ikki minst, tí ivi seinni er reistur um fleiri av prógvunum, ið vórðu brúkt ímóti Treholt, men sum kundu vera falsað prógv.

Tríggjar ferðir royndi Arne Treholt at fáa málið tikið uppaftur, men fekk hvørja ferð noktandi svar – seinast í 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974