Bústaðir: Íbúðir í Sandavági bodnar til leigu

Bústaðir: Íbúðir í Sandavági bodnar til leigu
Húsaleigan er 8.400 um mánaðin, og fyrstu leigararnir flyta inn 1. mars
Íbúðirnar í Sandavági eru 81 fermetrar, og húsaleigan verður 8.500 kr. um mánaðin.
Mynd: Bústaðir  
 
14.02.2023 - 14:43

Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági, eru lidnar, og eru bodnar til leigu eftir bíðilistanum hjá Bústøðum. 

Jákup á Stongum, arkitektur, hevur teknað íbúðirnar, og Seve og Norðhús hava bygt fyri Bústaðir. 

Verkætlanin er ment í samstarvi við Vága kommunu.

Íbúðirnar eru 81 fermetrar til støddar, og samanbygdar í einari lon í einari hædd. 

 

Hitaðar við jarðhita

 Útsýni er oman yvir bygdina. Til hvørja íbúð eru úthús og terassa. 

Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.

Húsaleigan er 8.400 um mánaðin, og fyrstu leigararnir flyta inn 1. mars. Í Vágum hava Bústaðir frammanundan 10 íbúðir í Sørvági. 

Við hesum nýggju íbúðunum í Sandavági hava Bústaðir tilsamans 422 búeindir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037