Seta meira ferð á taraalingina

Seta meira ferð á taraalingina
Amerikanskt íløgufelag hevur staðið á odda fyri kapitalhækkingini í Ocean Rainforest
Kapitalhækkingin skal brúkast til at seta meiri ferð á taraling í norðurhøvum og í Kyrrahavinum við amerikonsku vesturstrondina. 
Mynd: Ocean Rainforest  
 
15.02.2023 - 10:04

Ocean Rainforest hevur fingið 43 milliónir krónur meira í kapitali.

Kapitalhækkingin skal brúkast til at seta meiri ferð á taraling í norðurhøvum og í Kyrrahavinum við amerikonsku vesturstrondina. 

Amerikanska íløgufelagið Grantham Foundation stóð á odda fyri kapitalhækkingini. 

Millum teir nýggju íleggjararnar eru amerikanska felagið Builders Vision, spanska-bretska Ocean Born Foundation, Norðoya íløgufelag, norska Katapult Ocean, World Wildlife Fund, australska Twynham Invest og nøkur teirra, sum stovnaðu Ocean Rainforest.

 

(Mynd: Ocean Rainforest)

 

Høvuðsvirksemið í Føroyum

Høvuðsvirksemið hjá Ocean Rainforest er í Føroyum.

Fyritøkan hevur eisini eina deild í Kalifornia, sum alir tara út fyri Santa Barbara norðan fyri Los Angeles.  

Fyritøkan hevur ment eina aliskipan til aling í harðbalnum umhvørvi.

Hon er tann fyrsta av sínum slagi.

Skipanin er roynd í Funningsfirði síðani 2010, í Kalifornia síðani 2020 og nýliga eisini á Gøtuvík. 

 

(Mynd: Ocean Rainforest)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595