Ætlanin at flyta Dátueftirlitið stendur við

Ætlanin at flyta Dátueftirlitið stendur við
Játtanin á fíggjarlógini er minkað, tí enn er ikki greitt, nær stovnurin kann flyta inn í Saltangará
Ætlanin er framvegis at flyta Dátueftirlitið úr Havn inn í Saltangará, men nær tað verður, er ikki greitt enn.
 
17.02.2023 - 12:10

Ætlanin hjá undanfarna landsstýri um at flyta Dátueftirlitið úr Havn inn í Saltangará stendur við.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann umsitur í løtuni málsøkini, meðan Bjarni Kárason Petersen er í barsilsfarloyvi.

 

Játtanin til Dátueftirlitið er minkað, tí enn er ógreitt, nær stovnurin kann flyta inn í Saltangará.

Uni Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismaður, ætlaði eisini at niðurleggja deildirnar hjá Akstovuni í Klaksvík og Saltangara og flyta tær í nýggj høli í Eysturoynni, men løgmaður sigur, at nýggja samgongan hevur ikki viðgjørt málið um Akstovuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17022023_Datueftirlitid_verdur_flutt


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262