Fingu 450 milliónir at byggja fyri, men lítið er brúkt

Fingu 450 milliónir at byggja fyri, men lítið er brúkt
Stjórin í Bústøðum vísir á, at órógv í stýrinum fyri Bústaðir gjørdi, at heimildin fór ikki at virka fyrr enn í august í fjør
Stjórin í Bústøðum ásannar, at meira kundi verið bygt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.02.2023 - 10:26

Fyri nærum tveimum árum síðani fingu Bústaðir heilmild at brúka tilsamans 450 milliónir krónur til bústaðarbygging.

Men bara ein lítil partur av hesum pengum er brúktur higartil.

Andras Róin, stjóri í Bústøðum, vísir á, at órógv í stýrinum fyri Bústaðir gjørdi, at heimildin fór ikki at virka fyrr enn í august í fjør.

Men hann ásannar, at Bústaðir kundu havt brúkt meira pening til bústaðarbygging, enn tey hava gjørt. 

Erhard Joensen, løgtingsmaður, sum spurdi landsstýriskvinnuna í bústaðarmálum um málið, heldur, at talan er um undanførslu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21022023_Bustadir_og_Andras


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111