Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk

Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk
Á hátíðarløtu í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla í kvøld handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Aldu Mohr Eyðunardóttir Virðisløn landsins til ungt listafólk
Alda Mohr Eyðunardóttir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2023 - 19:13

Virðislønin til ungt listafólk fyri 2022 varð í kvøld handað listakvinnuni Aldu Mohr Eyðunsdóttir. 

Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 kr., og hon verður latin ungum, sum hevur víst serliga góðar gávur og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning. 

Alda Mohr Eyðunsdóttir hevur seinastu árini rættiliga gjørt vart við seg sum listakvinna, og hon er ein av teimum fáu at koma gjøgnum nálareygað til kongaliga danska listaháskúlan, har hon nú nemur sær masterútbúgving.  

Í grundgevingini fyri at lata Aldu Mohr Eyðunsdóttir Virðislønina til ungt listafólk stendur millum annað: 

"Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum.

Tilfarið í listini hevur tilsipingar til føroyska mentan og handverk, millum teirra at veva, til fiskireiðskap og seyðaull. Hon er partur av einum ættarliði, har tilgongdin til handverkið er øðrvísi, og sambært ungu listakvinnuni er hetta eisini ein fyrimunur, tí verkini kunnu kennast meira erlig og beinleiðis." 

Alda Mohr Eyðunardóttir fekk í 2020 eisini gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum. 

Og í 2021 hevði unga listakvinnan sína fyrstu serframsýning í forhøllini í Listasavni Føroya.

Finnur Koba var á gátt og tosaði við Aldu Mohr Eyðunardóttir. 

1469477

 

Tilber at síggja listina hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir á hennara Instagram-vanga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098