Kvívíkingar í framhaldsdeild í Havn

Kvívíkingar í framhaldsdeild í Havn
Í løtuni ganga næmingar í áttanda flokki í Eysturskúlanum, men nú er ætlanin at víðka samstarvsavtaluna við Kvívíkar kommunu
Ætlanin er at víðka avtaluna við Kvívíkar kommunu, so eisini næmingar í níggjunda og tíggjunda flokki fara at ganga í Eysturskúlanum.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
23.02.2023 - 15:51

Líkt er til, at børnini í Kvívík fara til Havnar næstu árini at ganga í framhaldsdeild.

Tórshavnar býráð fer í dag at viðgera eitt uppskot um tíðaravmarkaða samstarvsavtalu við Kvívíkar kommunu um, at næmingar í áttanda, níggjunda og tíggjunda flokki skulu ganga í skúla í Eysturskúlanum.

Kvívíkar kommuna hevur annars havt avtalu við Vestmanna kommunu um at lata næmingar ganga í framhaldsdeild har. 

Men seinasta árið eru næmingar í áttanda flokki slopnir at ganga í Eysturskúlanum.

Grundgevingin hjá Kvívíkar kommunu at skifta skúla var upprunaliga, at tilboðið av lærugreinum í Vestmanna skúla ikki er so stórt sum í einum størri skúla í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454