- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Serskattaskipanir og bíðilistar á dagstovnum
Á Breddanum: Serskattaskipanir og bíðilistar á dagstovnum
Landsstýrisfólk og tingfólk vera í útvarpsstovuni at kjakast um serskattaskipanir og stuðulsskipanir

Eru serskattaskipanir og stuðulsskipanir gagnligar fyri føroyska búskapin, tá tørvur er á arbeiðsmegi í fleiri vinnugeirum í Føroyum? Evnið verður viðgjørt í Breddanum í dag.
03.03.2023 - 09:18
Eru serskattaskipanir og stuðulsskipanir gagnligar fyri føroyska búskapin, tá tað er tørvur á arbeiðsmegi í fleiri vinnugeirum í Føroyum?
Nei, sigur Búskaparráðið.
Hvørjar eru politisku ætlanirnar, og skulu skatta- og stuðulsskipanir takast av, ella stimbrast meira?
Vit hava kjak millum landsstýris- og tingfólk í útvarpsstovuni.
Dagstovnar og plásstrot
Seinast í sendigini fara vit at tosa um dagstovnaøkið, sum serliga í høvuðsstaðnum leingi hevur verið merkt av bíðilistum og plásstroti.
Vit spyrja barnasálarfrøðing um, hvussu hetta kann ávirka tey smáu børnini.
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























