- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Missa meira enn eina millión í pensjón
Nógvar kvinnur í Føroyum arbeiða niðursetta tíð, og hetta merkist á pensjónini.
Ein limur í Heilsuhjálparafelag Føroya, sum arbeiðir eitt heilt arbeiðslív, til dømis 45 ár í brøki 0,7, missir 1,3 milliónir kr. í eftirløn.
Í morgin. 8.mars, varpar Femifagnaður ljós á lønar- og pensjónsviðurskiftini hjá kvinnum og monnum undir yvirskriftini "Milliónin tú hevði fingð - um tú vart eitt mannfólk".
Í Breddanum í dag hitta vit Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum og Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelag Føroya, til eitt prát um lønir og pensjónir.
Dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum
Vit hoyra javnan um trupulleikar á dagstovnaøkinum í Havn.
Pláss mangla, starvsfólk mangla - serliga tey við námsfrøðilgum fakkunleika. Sambært Dagstovnaráðnum, sum herfyri handaði Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, eitt tilmæli, er tørvur á 350 pedagogum á dagstovnaøkinum.
Tað er alneyðugt við eini heildarætlan, sigur ráðið, sum kommunur og land skulu gera í felag.
Í Breddanum eru Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag,
Gunnvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og Súna Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin og næstforkvinna í mentanarnevndini, sum hevur dagstovnaøkið um hendi.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.