Allir trolbátarnir liggja

Allir trolbátarnir liggja
Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður, tí hvørki streymur ella veður eru av tí besta
Allir trolbátarnir liggja. (Savnsmynd)
 
22.01.2024 - 08:37

Allir trolbátarnir liggja í løtuni, skrivar Fiskamarknaðurin, og tað gera bæði ísfiskalínuskipini eisini.

Trý frystilínuskip eru við Ísland, og seks eru á landgrunninum.

Ikki verður nógvur útróður í vikuni, tí hvørki streymur ella veður eru av tí besta.

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk, og ein fiskar svartkalva. 

Um partrolarar verður sagt, at fimm pør eru úti.

Fiskaríið hjá teimum er smáligt.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. 

Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541